|
|
|
Føroyar eru serstakliga væl egnaðar at skapa ógloymandi upplivingar í, av tí at møguleikarnir eru endaleysir, og tí at náttúrunnar frábrigdi í Norðuratlantshavi eru heilt egin.
Stutt um Føroyar: Alment
Tað búgva uml. 50.000 fólk í Føroyum, av hesum búgva uml. 17.000 í høvuðsstaðnum. Føroyar eru lutvíst sjálvstýrandi eind í Ríkisfelagsskapinum. Føroyar fingu heimastýrið í 1948, og tá varð Løgtingið sett á stovn. Løgtingið lóggevur í serføroyskum viðurskiftum við Landsstýrinum sum tann fyrisitingarliga eindin. Geografi
Føroyar eru 18 oyggjar, ið liggja í Norðuratlantshavi millum Noreg, Ísland og Skotland. Náttúran er eyðkend við sínum grasklæddu bjørgum, og Enniberg er við sínum
Fólk og mentan
Vit føroyingar varðveita okkara mentanarligu siðir við m.a. føroyskum dansi, sangi og tónleiki. Føroyska málið er eisini ein týðandi partur av mentanini. Útlendingar lýsa okkum ofta sum eitt gestablítt fólk.
Gastronomi/Matgerð
Flestu vitjandi halda, at ein av stóru upplivingunum í Føroyum er maturin – ella náttúrunnar spísikamar. Kræklingarnir eru so stórir sum mansnevar, og krabbarnir smakka sum onga aðra staðni í heiminum. Tá tosað verður um mat, sigst, at tann serstaki skeljadjórs maturin má upplivast. Her verða havsins perlur tilgjørdar og borðreiddar á rættan hátt – uttan nakað hóvasták.
Føroyar borga fyri endaleysum, óvæntaðum og minniligum upplivingum. Les meira um Føroyar á Wikipedia >> Trýst her
|
Klik HER for at downloade kortet
|